Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skoðsmál til KÍ leikarar

John William Joensen

Norðlýsið hevur givið KÍ leikarunum skoðsmál til dystin móti B71

Skoðsmál til KÍ-leikararnar:



KÍ-B71 3-3 (2-2)





Meinhardt Joensen, málmaður 6







Hevði sum vant fleiri góðar bjargingar, herundir eina framúr dupultbjarging í 17. minutti. Hevði ikki ábyrgdina av tí fyrsta B71-málinum, men kom í tí sambandi á millumhond, sum helst gjørdi tað lættari hjá Clayton at lyfta upp um hann í málið. Bjargaði flott við fótparadu í 85. minutti, men hevði tá frammanundan kiksað eitt útspark, sum legði upp til tann kjansin. Samanumtikið eitt miðal avrik.















Jan Andreasen, miðverjuleikari 6







Hendan dystin høvdu Jan og Kaj í miðverjuni ávísar trupulleikar við at halda skansan. Jan hevði sum vant fleiri góðar inngrípingar í spælið, men tíverri var ein av hansara fáu miseydnaðu taklingum við í uppspælinum til fyrsta B71-málið. Hinvegin telur tað uppeftir hjá Jan, at hann var við í fleiri góðum uppspælum frameftir, t.d. í 11. minutti, tá Erling varð feldur, og so var tað eisini eftir uppspæl frá Jan, at KÍ í allar seinasta minutti javnaði til 3-3. Samanumtikið miðal skoðsmál.















Kaj Ennigarð , miðverjuleikari 6







Byrjaði við líka stórum myndugleika sum í VB/S-dystinum, tá hann varð dagsins KÍ-leikari. Var ofta í hornatøkum við Clayton, og kom sum oftast væl frá tí innanhýsis dystinum, men tá hann gjørdi næsta B71-málið eftir horna, varð hann ikki nóg væl ansaður. Hinvegin spældi Kaj væl fram eftir vøllinum, serliga situr tað eina álopið í minninum, tá hann breyt eitt B71-álop av og legði avstað, spældi Gunnar og vónaði at fáa bóltin aftur til skot men fekk hann ikki. Kaj legði við høvdinum upp til útjavnandi 3-3 málið. Samanumtikið miðal karakter hesaferð.















Heðin á Lakjuni, vinstri bakkur 6







Heðin var samanumtikið eitt sindur betri hendan dystin enn ímóti VB/Sumba men tó ikki nóg mikið til at fara upp í skoðsmáli, sum aftur hesa ferð verður miðal. Heðin var liðformaður og vísti eldhuga sum slíkur. Hann orkar væl og stríðist til tað allarsíðsta. Tað var eisini í ordan, at hann gjørdi vart við sína ónøgd, tá B71-arar nakrar ferðir lógu drúgvar løtur á vøllinum við “skaða”, men fokus og orka fór kanska í so nógv á dómaran. Heðin var upphavsmaðurin til álopið, sum gav KÍ 2-0 málið.















Leon Bjartalíð, høgri bakkur 6







Leon var hesa ferð partur av eini verju, sum vísti veikleikar, og tað dregur eisini niður í hansara karakterbók, uttan at hann persónliga verður skuldskrivaður fyri tær villur, sum góvu gestunum onkur mál. Eingin ivi er um, at verjan so við og við verður betur samanspæld. Hóast høgri bakkur hevur Leon álopsdygdir, men tær komu kanska ikki so nógv til sjóndar hendan dystin. Tó so, hann hevði onkur góð upplegg úr høgru, eitt nú innleggið í 39. minutti til Símun Joensen. Samanumtikið eitt miðal avrik.















Símun Joensen, miðvallarleikari 6







Kempaði sum vant fyri fleiri. Legði aftur hendan dystin upp til eitt av málunum hjá KÍ. Tað var 2-0 málið, sum hann sendi innfyri til Gunnar, ið skoraði. Stóra strikan í rokningini hjá Símuni hesaferð var, tá hann í 64. minutti misti bóltin til Wellington, ið síðan skoraði til 2-3. Tá dróg Símun blusuna upp fyri andliti sum tekin upp á sína iðran, men satt at siga hevði hann í tí førinum ikki nakra lætta uppgávu, og viðleikararnir hjálptu ikki serliga væl til, hvørki við at gera seg spælbærar ella við at bakka upp, tá hann hevði mist bóltin. Sum teir flestu fær Símun miðal skoðsmál hesa ferð.















Høgni Madsen, miðvallarleikari 6







Tað sama sum allir hinir KÍ-leikararnir hevði Høgni ein góðan fyrra hálvleik, har KÍ átti meginpartin av spælinum, men í seinna høvdu hann og Símun á miðvøllinum trupult við at skapa nóg nógv frameftir. Høgni er framúr raskur og sterkur í verjupartinum, og tað er væl tann dygdin, sum ger tað møguligt hjá venjaranum at hava teir báðar einsamallar í tí ketuni. Men eins og hjá Símuni var tað tann skapandi parturin, sum manglaði frameftir í 2. hálvleiki, og umframt gula kortið mundi tað vera ein av orsøkunum til útskiftingina í 71. minutti. Samanumtikið miðal skoðsmál.















Oddmar á Lakjuni, miðvallarleikari 7







Tað var týðiligt, tá Oddmar kom inn, at hann hevði nakað av tí viljanum og førleikanum at spæla fram eftir vøllinum, sum liðnum júst tá tørvaði. Á sama hátt sum stóribeiggi Heðin hevur Oddmar ofta lyndi til at satsa og spæla bóltin frameftir heldur enn upp á tvørs og aftureftir. Tá er vandin vanliga størri fyri at miseydnast, men tað gevur samstundis dynamikk. Oddmar hevur tí uppiborið eitt bonusstig meira enn miðal fyri sítt avrik.















Chris Cerroni, vinstri vongur 6







Megnaði ikki at endurtaka bragdið frá Skírishósdegi, tá Chris var dagsins KÍ-leikari. Var tó við í nokkso nógvum fram við vinstru álopssíðu og fekk sent nakrar bóltar inn fyri B71-málið í fyrra hálvleiki. Sum restin av KÍ-liðnum fánaði eisini hansara avrik eftir hálvleikssteðgin. Hóast tað í veruleikanum var alt liðið, sum misti álopsbroddin meginpartin av 2. hálvleiki, so er tað tó merkisvert, at Chris aftur í hesum dystinum bleiv rættiliga anonymur eftir hálvleikin, og hann varð eisini tikin út fyri Harley, tá 10 minuttir restaðu. Tað fær illa verið annað enn miðal skoðsmál.















Harley Bertholdsen, vinstri vongur 7







Sat hesaferð á beinkinum, tá dysturin byrjaði og líka til, at 10 minuttir restaðu. Tá alt gekk sum eftir ánni í fyrra hálvleiki, var einki, sum bendi á, at KÍ hevði brúk fyri at fáa Harley inn at hjálpa liðnum, men hetta broyttist alt eftir hálvleikssteðgin. Harley kom hesaferð inn á vinstra vongpláss fyri Chris Cerroni, sum varð blivin nakað anonymur, og tað eydnaðist eisini Harley – saman við hinum – at skapa eitt sindur av nýggjum lívi í KÍ-álopið. Serliga ta einu ferðina kundi hann kanska havt skorað, um hann hevði valt at skalla ímóti málinum heldur enn at royna uppspæl til aðrar.















Gunnar Nielsen, høgri vongur 7







Leikti hesaferð í álopsketuni í høgra borði, har hann var væl við í 1. hálvleiki. Avrikið varð krýnt við einum flottum máli til 2-0. Gunnar er fyrst og fremst framrættaður í sínum spæli, hevur sera góðan bóltførleika og er tí fongur fyri liðið, men kann til tíðir gera eitt lítið sindur ov nógv av, áðrenn hann spælir bóltin víðari. Varð skiftur út, tá 10 minuttir restaðu, óivað tí tá hendi ov lítið frameftir hjá KÍ. Samanumtikið miðal avrik, men málið ger, at vit geva honum +1 poeng.















Kristoffur Jakobsen, høgri vongur 6







Varð í 80. minutti skiftur inn fyri Gunnar Nielsen. Frísku beinini góvu KÍ nýggja álopsorku, og tað bragdaði at enda, so KÍ hesa síðstu løtuna fekk lagt trýst á B71-málið við nøkrum hornaspørkum v.m. og at enda fekk javnað til 3-3, sum var munandi betri enn 2-3. Stutta leiktíðin gav tó ikki høvi til annað enn eitt miðal skoðsmál til unga KÍ-leikaran.















Paul Clapson , álopsleikari 7







Paul blívur alt meira ein áleypari. Hesa ferð tuskaði og bardist hann í 94 og ein hálvan minutt uttan nakað mál, men so fekk hann dagsins besta málmøguleika og skeyt, hóast málmaðurin kom gleivani ímóti honum. Bangin er hann undir ongum umstøðum, arbeiðsgrevið úr statunum. Átti helst at fingið eitt brotsspark tillutað í fyrra hálvleiki, tá hann varð hildin í brotsteiginum, men av tí at hann er so bardagagjarnur, geva dómararnir honum sjáldan nakað, uttan at tað er púra ivaleyst. Ein áleypari, sum javnar í síðsta minutti í yvirtíðini, má og skal verða dagsins maður!!















Erling Fles, álopsleikari 7







Skoraði fyrsta málið í dystinum, tá hann vísti gott máltev og ágrítni í B71-brotsteiginum. Erling hevði aftur beina kós á B71-málið, tá hann í 11. minutti varð feldur á brotsteigarmarkinum og fór sendandi langt inn í brotsteigin, men kortini varð reyða kortið liggjandi í lummanum hjá dómaranum. Enn er konditiónin ikki komin heilt upp á pláss, men Erling rennur nógv og skilagott og er tí við í nógvum kombinatiónum og uppspæli. Sum hjá hinum málskjúttunum gevur málið Erlingi eitt meira enn miðal í skoðsmáli.