Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skora nógv fleiri mál móti Kjøli

Jákup Ósá

KÍ skorar meir enn tvífalt so nógv mál móti Kjøli enn móti Háfjalli.

Higartil í ár hevur KÍ skorað 27 mál á heimavølli í lands og steypakapping. Av teimum eru ikki færri enn 19(70 %) skorað móti tí málinum, sum stendur nærri Kjøli, meðan bert 8 eru skorað móti Háfjalli. Hjá mótstøðuliðunum gongur eisini betri at skora móti Kjøli. 5 ferðir eru mál komin móti Kjøli, meðan 3 mál eru komin móti Háfjalli, tá mótstøðuliðini hjá KÍ hava skorað mál.

Tað hevur annars mangan verið sagt, at KÍ spælir betri niðaneftir/móti Háfjalli, men í málum sær hetta í øllum førum út til at vera broytt.