Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skoraði ársins mál í fyrsta dystinum sum liðskipari

Jákup Ósá

Dysturin í dag var minniligur fyri Jóannes Bjartalíð.

Hetta var fyrsti landskappingardysturin, at Jákup B. Andreasen ikki var við. Tað merkti, at Jóannes Bjartalíð var liðskipari frá byrjan, fyri fyrstu ferð hjá honum á besta KÍ-liðnum í skrásettum dysti. 

 

Og talan gjørdist um minniligan dyst, tí í 85. minutti skoraði Jóannes Bjartalíð eitt mál, sum kann flokkast sum ársins mál. Tað skulu lesararnir hjá Norðlýsinum gleða seg at síggja í hæddarpunktunum í kvøld.

 

Hetta var 17.málið hjá Jóannes Bjartalíð í landskappingini í ár.