Tað spurdi Henry Heinesen 5 minuttir eftir, at hann hevði lagt KÍ á odda 2-0 móti AB í gjár.
Tað spurdi Henry Heinesen 5 minuttir eftir, at hann hevði lagt KÍ á odda 2-0 móti AB í gjár.
At Henry Heinesen fekk álvarsaman samanstoyt í dystinum sunnudagin er lítið at ivast. Henry Heinesen og Kári Nielsen hjá AB rendu saman í tí, at Henry skallaði bóltin í málið til 2-0. Henry fór at bløða illa av samanstoytinum og nú er eisini komið fram, at hann nakað eftir hendingina ikki visti við vissu, um hann skoraði ella ikki.
– Skoraði eg? Var spurningurin hann setti, tá hann eini 5 minuttir seinni byrjaði at koma fyri seg.
Henry mátti á skaðastovuna, har hann fekk 7 pentur í. Hann var á fótum aftur við Djúpumýru 30 minuttir seinni.
Les eisini:
Henry endaði á skaðastovuni




