Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skøran er bara allastaðni

Klaksvíkar Kommuna

Klaksvíkar Kommuna roynir at burturbeina skøruna. Vit hava nú í tveir mánaðar havt eitt fólk, sum gongur runt í býnum og sproytar á skøruna.

Klaksvíkar Kommuna roynir at burturbeina skøruna. Vit hava nú í tveir mánaðar havt eitt fólk, sum gongur runt í býnum og sproytar á skøruna.

Tað kunnu ganga upp í tvær vikur áðrenn tað sæst á skøruni, at tað er sproyta á hana. Bløðini drekka hetta eitrið í seg, og tað viðførir, at plantan doyr frá rótini av. Tær fyrstu planturnar, sum fingu eitur, eru um at doyggja nú. Verður sproytað meðan plantan stendur í besta blóma, so verða blómurnar geldblómur. Tað vil siga, at tær ikki kunnu nørast í tann mun, sum tær annars vildu gjørt.

Trupulleikin er bara nógv størri enn vit hildu. Skøran er bara allastaðni. Bæði inni í býnum, á privatum og almennum stykkjum og er eisini á veg niðan í fjøllini. Hon er á veg niðan á Háls fram við vegjaðaranum. Hon er eisini komin heilt norður til grótbrotið norðuri á Strond.

Tað er eisini ein skøra, ið líkist hesari sera nógv og ikki kastar fræ, men tað er ikki tann, sum vit hava í Klaksvík.

Heitt var á borgararnar um at koma inn í Miðlan at undirskriva eina váttan, at kommunan kann koma inn á tygara stykkið.

Vit fara enn einaferð at heita á tykkum um at gera hetta. Tað er sera umráðandi, at vit øll hjálpast at.