Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skorheim: Brúkið pengarnar uppá Klaksvíkar Sjúkrahús

Jóhann Lützen

Vit hava sett 15 mió. kr. av á løgtingsfíggjarlógini yvir tvey ár og teir skulu brúkast til kringumstøður, umvælingar og tól á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, segði Jógvan Skorheim á løgtingi fyrrapartin

Samgongan ætlar at skerja játtanina á 15 mió. kr. til Klaksvíkar Sjúkrahús við 7,5 mió. kr. Hetta gongur fram í eini eykajáttanarlóg, sum liggur í løgtinginum fyri tíðina. Argumentini fyri hesum eru, sambært landsstýriskvinnuni Sirið Stenberg, at Klaksvíkar býráð ikki tók undir við Heilsudeplinum, sum skuldi liggja í Klaksvík. 

Hetta er Jógvan Skorheim ósamdur við og vísti á, at Løgtingið hevur samtykt at brúka 15 mió. kr. til Klaksvíkar Sjúkrahús og tað stendur einki um Heilsudepil í Fíggjarlógini.