Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skorheim: Hvar skal kokkaútbúgvingin vera á Glasir? Í einum tjaldi kanska?

Jóhann Lützen

Í bersøgnari viðmerking á facebook, sigur fyrrverandi borgarstjórin sína hjartans meining, nú røddur aftur eru frammi um at flyta útbúgvingar frá Tekniska skúla í Klaksvík til Glasir í Havn.

Portal.fo hevur endurgivið góðskuleiðarin hjá Smyril Line fyri at siga, at um kokkaútbúgvingin skal málrættast matstovuvinnuni, so skal hon liggja á Glasi í Havn, heldur enn á Tekniska Skúla í Klaksvík.

Hetta fekk Jógvan Skorheim at skriva hesa viðmerking á facebokk:

Enn einaferð skulu dupult funktiónir gerast, bara tí at tilboðið liggur uttanfyri Havnina

Hvat nyttar at útbyggja samfelagið við tunnlum og undirsjóvartunnlum?

Hvør trýr virkuliga upp á, at ting blíva betri, bara tí tey liggja í Havn?

Og hvar í Glasir skal útbúgvingin vera? Í einum tjaldi kanska?

Eg skilji ikki hugsanarháttin, og vónandi er heldur ikki gróðrarlíkindi fyri slíkum hugsanum í landspolitikki ella lokalpolitikki.

Um kokkaútbúgvingin skal uppræðfestast, so er at seta meiri pening av til verandi útbúgving, og gera neyðugu umstøðurnar betri!