Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skorheim kallað inn til skipandi býráðsfund

Jóhann Lützen

Setan hjá nýggja býráðnum tekur við 1. januar 2025, men áðrenn árslok skal skipandi býráðsfundurin vera avhildin. Tað er Jógvan Skorheim, fyrstvaldi býráðslimur, ið kallar inn til fyrsta fundin.

Jógvan Skorheim upplýsir fyri Norðlýsinum, at á skránni fyri fyrsta fundin, er millum annað val av borgastjóra, 1. varaborgarstjóra og 2. varaborgarstjóra.

Harafturat er tað val av limum í føstu nevndirnar í býráðnum.

Til seinast skal eisini avgerast hvussu fundir verða hildnir í 2025.

– Tað er altíð serstakt, tá ið nýtt býráð tekur við. 11 fólk hava fingið álit frá borgarunum í Klaksvíkar kommunu, til at reka hendan býin komandi 4 árini, og tað er stórt. Tí er løtan sjálvandi eisini hátíðarlig, sigur Jógvan Skorheim.

Fyrsti býráðsfundurin verður í Varpinum hósdagin 12. desmeber kl. 17.30.