Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Skorheim um Listavirðisløn Nólsoyar Páls

Jóhann Lützen

Kl. 19.30 í annaðkvøld verður Listavirðisløn Nólsoyar Páls handað í Spinnaríðnum. Tiltakið er alment og ókeypis.

Tann 2. februar kl. 19.30 lata dyrnar upp í Spinnaríðnum, har hátíðarhald verður og Listavirðisløn Nólsoyar Páls eisini verður latin. Sjálvt tiltakið byrjar kl. 20.00 og er tiltakið ókeypis. Á skánni verða røður, tónleikur og aðrar framførslur, umframt at kaffi við onkrum leskiligum aftur við verður at fáa.

Listavirðisløn Nólsoyar Páls er ein listavirðisløn, ið varð sett á stovn í 2013 av Klaksvíkar býráð. Virðislønin, sum er gáva á 75.000 kr, verður latin til eitt lokalt listafólk, sum á ein hvønn hátt hevur skarða framúr. 

 

Higartil er virðislønin latin til:

2013: Hanus G. Johansen

2014: Edward Fuglø

2015: Eyð Matras

2018: Steintór Rasmussen

 

Norðlýsið hitti Jógvan Skorheim, borgarstjóra til eitt stutt prát um tiltakið, sí niðanfyri. 

 

Listavirðisløn Nólsoyar Páls from Norðlýsið on Vimeo.

Harleywoodpaint