Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Skorheim: – Vøllurin verður skiftur í summar

Jóhann Lützen

Býráðið hevur sett tvær miliónir krónur av, at skifta graslíksiteppið við Djúpumýru

Jógvan Skorheim upplýsir fyri Norðlýsinum at útboðstilfar er farið út og væntandi koma tilboðini inn í komandi viku.

Eftir ætlan verður teppið skift í summar, ímeðan Betri Deildin liggur í dvala, sigur Jógvan. 

Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini fegnast um at Klaksvíkar Ítróttarfelag fær góðar og dagførdar umstøður til sítt virksemi.

– Vit hava bøtt munandi um umstøðurnar hjá KÍ seinastu árini og við Bláa Skýlinum og nýggjum graslíkisteppi, verða umstøðurnar hjá bæði leikarum og áskoðarum fyrsta floks, sigur Signhild.