Í bert tvey ár, rak Jeffri Johannsen handilin hjá Skós undir Kalos samtakinum. Nú hevur Astrid Johannesen keypt frá Jeffri.
Skógvahandilin hjá Skós hevur verið tann skógvahandilin, ið helst mannfólk hava kent best til í Klaksvík. Men handilin hevur havt skógvar til øll, og tað er tað, sum Astrid Johannesen hevur hug at venda aftur til.
Tá vit tosaðu við Astrid, segði hon okkum, at hon hevur í fleiri ár hjálpt til í handlinum. Mær hevur dámt hetta starvið, og tá eg fekk í boði at keypa, gjørdi eg av at taka av.
Uppá fyrispurning okkara, um vit fóru at síggja nakrar broytingar, segði Astrid, at hon ætlaði sær at venda aftur til konseptið sum Elin koyrdi eftir, nevniliga at hava skótoy til alla familjuna, bæði til børn og vaksin, kvinnur og menn.
Vit fara at ynskja Astrid tillukku við handlinum og góða eydnu.




