Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skótar á alheimsskótalegu í Suðurkorea í summar.

Jóhann Lützen

Um vikuskiftið hittust 54 skótar í Klaksvík.

 

Hetta eru skótar, sum allir hava til tað til felags, at teir fara á alheimsskótaleguna “World scout jamboree 2023.” Hetta er ein lega, sum er 4. hvørt ár og hesu ferð verður legan í Suðurkorea. Væntað verður, at uml. 45.000 skótar úr øllum heiminum luttaka á leguni í Suðurkorea, harav 54 eru føroyingar.

Skótarnir eru frá ymiskum skótaliðum í Føroyum og um vikuskiftið hittust teir í Klaksvík til samansjóðing og fyrireiking til stóru leguna, sum verður í juli- og augustmánað.