Felagið hjá Pelagisku vinnuni í Skotlandi saman við felagnum hjá Pelagisku vinnuni í ES hava á fundi við Mariu Damanaki, tann 26. mars, gjørt greitt at teir krevja at ES beinanvegin setur umfatandi tiltøk í verk móti Føroyum og Íslandi, eftir at føroyingar hava gjørt av at hækka sildakvotuna.

Ian Gatt, formaður í ”Scottish Pelagic Fishermen’s Association” sigur soleiðis í morgun:
“Vit søgdu við ES kommiserin at skilaleysa fiskingin hjá Íslandi og Føroyum kann ikki fáa loyvi at halda fram og at neyðugt er at seta munagóð tiltøk í verk beinan vegin. Vit vóna sjálvandi at Føroyar og Ísland koma aftur til samráðingarborðið men í løtuni er einki sum talar fyri tí og tí er neyðugt við tiltøkum.”