Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skoytubreytin aftur á Vaglinum

Danial Viðoy

Tíðindaskriv frá Tórshavnar Kommunu: Skoytubreytin letur upp á Vaglinum tann 26. november, beint eftir at jólatræið er tendrað. Hetta er sætta árið, at skoytubreytin er opin um ársskiftið.

Køliskipanin er gomul og slitin, men hildið verður, at hon klárar ein vetur aftrat – men nú var ikki pláss í Kommunuskúlagarðinum. Avgjørt er tí at breytin einaferð aftrat verður løgd á Vaglinum.

Býráðið samtykti í gjárkvøldið einmælt at játta 300 túsund krónur til endamálið. Ferðslan verður umskipað og nýggj parkeringspláss verða tøk á Vaglinum til tann 26. November.