Nú alt klárt og ísurin góður at skoyta á
Seint í gjár vóru børn frá Gulu skótum og royndarkoyrdu breytina. Nú alt klárt og ísurin góður at skoyta á.
Upplatingartíðirnar á skoytubreytini 2022
- Mánadag – fríggjadag: 15.00 – 20.00
- Leygardag: 10.00 – 20.00
- Sunnudag: 15.00 – 20.00
Leiguprísurin er 30 kr. pr. persón. Til ber at leiga skoytubreytina gerandisdagar frá kl. 08.00 til. 15.00. Prísur fyri at leiga skoytubreytina er 800 kr pr. tíma. Eru talið á vitjandi omanfyri 25 fólk, eru kostnaðurin 1200 kr. pr. tíma.
Á facebooksíðuni, Skoytubreytin í Klaksvík, ber til at kunna seg um upplatingartíðir og um annað virksemi, sum viðvíkur økinum við skoytubreytina. Til ber at skriva umvegis boðklivan, um áhugi er at leiga skoytubreytina, sum kann leigast gerandisdagar frá kl. 8.00 til 15.00.
– Øll eru hjartaliga vælkomin!





