Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skrá fyri Føroya Sjómannadag tann 20. august 2005

John William Joensen

Heimsmeistarakappingar, jollu og súklubátar, livandi fiskar, krabar og mangt, mangt annað er á skránni til leygardagin.

Kl. 09.00 Klaksvíkar Útróðrarfelag bjóðar vælkomin og gevur orði til Karl Birgir Isaksen, frásøgumann
Kl. 09.05  Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum setur Føroya Sjómannadag 2005
Kl. 09.10 Norðoya Sparikassi bjóðar til stórt morgunmatarborð
Kl. 09.10 Framsýningar og sølubúðir lata upp
Kl. 09.45  Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri flytur fram røðu og avdúkar standmynd, sum Archibald Black og Ólavur Samson hava gjørt.
Kl. 10.00  Nýggi bjargingarbáturin "Ziska" hjá Norðoya Bjargingarfelag kemur inn eftir Vánni og leggur at á Stongunum.  Sjóverjuskipi Tjaldrið fylgir bátinum til bryggju. Kristian Fr. Olsen, býráðslimur, flytur fram røðu.
Kl. 10.30  Svimjukapping um Vágna, Klaksvíkar Froskmannafelag skipar fyri.
Kl. 11.00  Hoppikapping á boyum, Sjómanskvinnuringurin í Norðoyggjum  skipar fyri.
Kl. 11.30  Heimsmeistarakapping í togtogan millum skipsmanningar.
Kl. 12.00  Fólkalívsmyndir. Biskupstøðbáturin drigin eftir bryggjuni og flótaður við ferjuleguna. 
Síðani setur manningin línu uttanfyri Stangabrúgvarnar
Kl. 12.30  Kapprógving millum bátar í Norðoyggjum 5 mannafør, 6 mannafør og 8 mannafør.
Kl. 13.30   Bjargingarroynd, Norðoya Bjargingarfelag skipar fyri.
Kl. 14.00  Heimsmeistarakapping í trolbøting, Vónin skipar fyri.
Kl. 14.30 Heimsmeistarakapping  at skera agn
Kl.15.00  Føroyameistarkapping  í egning og Heimsmeistarakapping í egning. 
 Føroyameistarin kemur at kappast um heimsmeistaraheitið ímóti  íslendska og norska meistaranum.
Kl. 17.00  Heimsmeistarakapping í stafettrenning við stampum
Kl. 18.00  Heimsmeistarakapping í sjómanstaki
Kl. 18.30  Heimsmeistarakapping: Kasta lodd
Kl. 19.00  Heimsmeistarakapping: Halda dregg
Kl. 19.30 Heimsmeistarakapping: Kelving
Kl. 20.00 Framsýningar lata aftur.
Kl. 20.00  Steypahandan til bestu bátar og skip í Norðoyggjum
Kl. 22.00  Bryggjudansur. Byrjað verður við Føroyskum dansi, sum Klaksvíkar Dansifelag skipar fyri.
 Síðani spæla Jákup Marnar Antoniussen og Heini Ziska Dahl saman við harmonikumonnum til dans. (Atgongumerki 100 kr.)

Harleyfacadeacryl