Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skrá fyri kongligu vitjanina 20.-23. juni 2005

John William Joensen

Kongaskipið ”Dannebrog” kemur á Havnina kl. 9 mánamorgunin.

Jóannes Eidesgaard  tekur ímóti drotninga- og krúnprinsahjúnunum á Bursatanga.

Havnar Hororkestur spælir og Brandur Enni syngur.

Fyrrapartin vitja Drotninga- og krúnprinsahjúnini Føroya Landsstýrið í Tinganesi, og  Løgtingið.
 
Tórshavnar Býráð tekur ímóti drotninga- og krúnsprinsahjúnunum við standmyndina í Vágsbotni og hugt verður at sluppuni Westward Ho. Síðani er Tórshavnar Býráð vertur við ein morgunmat í Müllers Pakkhús.
 
Krúnprinsahjúnini vitja Margarinfabrikkina.
 
Handaði verða heiðursmerki umborð á kongaskipinum ”Dannebrog”.
 
Seinnapartin vitja drotningahjúnini Landssjúkrahúsið og  nýggja ellis- og røktarheimið Tjarnargarður. Síðani verður vitja á Fornminnissavninum og drotningahjúnini leggja grundarsteinin til Hoyvíkar kirkju. At enda verður vitja hús William Heinesens
 
Seinnapartin vitja krúnprinsahjúnini Dagstovnin á Hamrinum, Listasavn Føroya og Færøernes Kommandi í Mjørkadali.
 
Um kvøldið er løgmaður vertur við ein døgurða í Norðurlandahúsinum Konsert verður við Eivør Pállsdóttir og Deja Vu, mótasýning v. Guðrun og Guðrun og Borgný D. Patursson..
 
Týsdagin fyrrapart kemur kongaskipið heim á Sand. Páll á Reynatúgvu, borgarstóri við fylgi tekur ímóti drotninga- og krúnprinshjúnunum. Vitja verður í kirkjuni og bygdaráðshølunum.
 
Týsdagin seinnapart kemur kongaskipið ”Dannebrog” á Vág. Kirsten Strøm Bech, borgarstjóri tekur ímóti. Vitjað verður Ruth Smith savnið, sluppuna Jóhonnu og Ullvirkið Sirri.
Morgunmatur verður á Hotel Bakkin.
 
Týsdagin seinnapart koma drotninga- og krúnprinsahjúnini til Trongisvágs Kristin Michelsen, borgarstjóri tekur ímóti. Vitjað verður í Gallerí Oyggin, fyrrverandi Kongaliga Einahandilin og Suðuroyar Sjúkrahús/Ellis og Røktarheim.
 
Um kvøldið er døgurði í Ítróttarhøllini í Trongisvági.
 
Mikudagin fyrrapart kemur kongaskipið ”Dannebrog” á Klaksvík. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri tekur ímóti. Drotningahjúni vitja Sambýlið á Heygnum, Norðoytunnilin og Christianskirkjuna.
 
Krúnprinsahjúnini vitja á Viðareiði har Árni Absalonsen borgarstjóri tekur ímóti.
Í býráðshølunum í Klaksvík hitta krúnprinsahjúnini australiar, sum eru búsettir í Føroyum.
 
Morgunmatur verður í Skálanum í Klaksvík.
 
Seinnapartin mikudagin kemur ”Brimil” inn á Fuglafjørð við drotninga- og krúnprinsahjúnunum. Sigurd Simonsen, borgarstjóri tekur ímóti. 
 
Koyrt verður til Leirvíkar, Dánjal Andreasen, borgarstjóri tekur ímóti. Vitjað verður á Bátasavninum  og útgrevstin Toftanes.
 
Seinni seinnapartin vitja drotningahjúnini í Elduvík, Rodmundur Nielsen borgarstjóri tekur ímóti. Rúni Brattaberg operasangari syngur.
 
Krúnprinsahjúnini vitja norðuri við Gjógv, Heðin Zachariasen borgarstjóri tekur ímóti.
 
Hósdagin kemur kongaskipið á Sørvág. Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri við fylgi tekur ímóti.
 
Drotninga- og krúnprinsahjúnini vitja í Gásadali, Frú Adela Jacobsen tekur ímóti.
 
Drotningahjúnini vitja í Sandavági Rósa Samuelsen borgarstjóri tekur ímóti.
Vitja verður í barnagarðinum ”Sóljugarður”.
 
Fyrrapartin vitja krúnprinsahjúnini í Mykinesi. Oskar Joensen tekur ímóti.
 
Drotninga- og krúnprinsahjúnini  koma til Miðvágs, Napoleon Magnussen tekur ímóti.
 
Morgunmatur verður í Miðvágs skúla.
 
Seinnapartin hósdagin verður tíðindafundur á Hotel Vágum.
 
Fráferð við flogfari til Damarkar.
 
Nágreinilig skrá er á heimasíðuni www.tinganes.fo sí kalendarin hjá løgmanni