Tað gekk javnt á í fyrra hálvleiki, tá Stjørnan í gjár tók ímóti H71. Tað blivu ikki nógv mál skotin fyrsta hálva tíman, hálvleiksstøðan var 10-7 til H71.
Í seinna hálvleiki skrædnaði hjá Stjørnuni. Tá 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, var støðan 20-11 til H71, og dysturin var so gott um avgjørdur.
Hópurin hjá Stjørnuni er ikki serliga breiður, og tá Mina Sirdal og Monika Jacobsen ikki vóru við, vórðu fortreytirnar ikki tær bestu. Endaliga úrslitið gjørdist 31-17 til H71.





























