Í kvøld kl. 17.30 verður seinasti býráðsfundur áðrenn summarsteðgin. 5 mál eru á skránni, har kanska serliga er spenningur um tað seinasta, ið snýr seg um, um borgarstjórin Jógvan Skorheim skal sleppa at vera bæði løgtingsmaður og borgarstjóri framyir.
Skráin er henda fyri býráðsfundin hjá Klaksvíkar Býráð:
Mál nr. Málsnr. Málsheiti
13/13 13/00417 Fjarlestrardepil
14/13 13/00187 Møgulig broyting – Brunanevnd til Tilbúgvingarnevnd
15/13 10/00123 Útbygging av kirkjugarðinum úti í Bug – eykajáttan, seinna viðgerð
16/13 13/00223 Lætti til barnafamiljur
17/13 13/00600 Loyvi at røkja løgtingsarbeiðið og borgarstjóraarbeiðið samstundis
Kelda og mynd: Klaksvik.fo




