Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skrásett parlag brúkast sum jarnbrot?

John William Joensen

Sambært heimasíðuni in.fo fara umboð fyri Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn at leggja uppskot um skrásett parlag fyri løgtingið í morgin og sum skilst er rættiliga óvist hvørja lagnu uppskotið far.

Á tingfundinum í morgin, mikudagin, fara løgtingsfólkini Poul Michelsen fyri Framsókn, Rigmor Dam fyri Javnaðarflokkin og Bjørt Samuelsen fyri Framsókn at leggja fram uppskot um at broyta hjúnabandslógina soleiðis, at fólk av sama kyni kunnu giftast, skrivar in.fo.

Sum skilst er talan um borgarligar vígslur og sum skilst er Tjóðveldi samt um at stuðla uppskotinum. Men sambært in.fo hevur uppskotið í løtuni 11 atkvøður í løgtinginum og má hava undirtøku frá samgongulimum.

Og tað er kanska ikki av tilvild at uppskotið verður lagt fram júst nú tí hetta kann leggja trýst á samgonguna sum annars hevur staðið sera væl saman.

Higartil hava slík andstøðu uppskot ikki vunnið frama í løgtinginum.