Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skrellispannir og posar til hundar

Súna Anthoniussen

Verið eg valdur, so vil eg til frama fyri hundaeigarir og umhvørvi arbeiða fyri at vit fáa fleiri skrellispannir í býin, soleiðis at tað gerst lættari at sleppa av við upptaki eftir hundinum

 

Í summar royndi eg meg sum hundapassari hjá tveimum fittum hundum (myndin), og tá fekk eg boð frá eigarunum um, at eg mátti hava posar við, til at taka upp eftir hundunum.

Í eina lítla viku gekk eg túrar við hundunum minst einaferð um dagin, og rutan var ongantíð tann sama. Nakað sum eg legði til merkis á túrunum var, at vit hava ikki serliga nógvar skrellispannir í býinum. Og tær skrellispannirnar sum eru, hava sjálvdan nakrar svartar posar tætt við, um eigarin skuldi havt gloymt posarnar við hús.

Verið eg valdur, so vil eg til frama fyri hundaeigarir og umhvørvi arbeiða fyri at vit fáa fleiri skrellispannir í býin, soleiðis at tað gerst lættari at sleppa av við upptaki eftir hundinum.

 

X við Súna Anthoniussen