Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skrið allan dag

Hanus Kjølbro

Miðalvindferðin allan dag liggur ímillum 15 og 20 m/s úr landsynningi-suðuri. Hetta er hvassur vindur og skrið. Tað er eitt lágtrýst, 990hPa, norðan fyri Ísland, sum dregur luftina til sín. Hesin vindurin er á allari leiðini ímillum Føroyar og Norra.

Tað eru ælingar kring landið í morgun, og soleiðis fer at vera allan dag. Fleiri ælingar vestanfyri enn í Norðoyggjum. Hitin í dag liggur um 6 til 8 stig.

Í morgin fer vindurin at minka spakuliga. Ættin verður mestsum tann sama sum í dag, kanska eitt sindur nærri landsynningi. Á middegi í morgin er ferðin komin niður í 10 til 15 m/s; annaðkvøld 7 til 12 m/s.

Hitin í morgin fer at liggja um 6 – 8 stig, líka sum í dag.