NORÐLÝSIÐ: Heðin Mortensen og Anfinn Brekkstein, eru farnir at rópa um at ov nógvur bygdapolitikkur er i løgtinginum og at Havnin eigur ongan góðan í løgtinginum. Kristin Mikkelsen, Jákup Mikkelsen, sandoyarpolittikararnir og aðrir við, halda at teirra heimabeiti er fyri vanbýti.
Her eru nakrar av mest áhugaverdu útmeldingunum í valgreinunum á nordlysid.fo í gjár.
Heðin Mortensen og Anfinn Brekkstein, eru farnir at rópa um at ov nógvur bygdapolitikkur er i løgtinginum og at Havnin eigur ongan góðan í løgtinginum. Kristin Mikkelsen, Jákup Mikkelsen, sandoyarpolittikararnir og aðrir við, halda at teirra heimabeiti er fyri vanbýti. Hetta er ikki góður landspolitikkur, hetta er lokalpolitikkur, og hann skal førast í kommununum. Ein orsøk til at vit fingu eitt valdømi fyri allar Føroyar, var júst fyri sat sleppa undan hesum jólamannapolitikki, har hvør í sínum lagið dregur til sítt heimabeiti. Tað kann aldrin vera rætt við slíkum “antin ella” politikki. (Fróði Ólason Olsen, Fólkaflokkurin)
Tað er ikki rímiligt, at almenn størv hanga tættari í trøunum í Havn enn t.d. í Eysturoynni ella Klaksvík. Tað er blóðskeivt, at hesin ójavnin skal halda fram og bara vaksa. Eg meini so – heldur man, at allir borgarara skulu hava jøvn rættindi, so skal javnrætturin til almenn størv virðast – um alt landið. Hesin ójavni skeiklar livilíkindini hjá eini heilari oyggj, og tað skal tað gerast okkurt við. Hvat gjørdi tað um Fiskimálaráðið lá í Klaksvík, í sjálvum fiskivinnuhøvuðsstaðnum og Vinnumálaráðið lá á Skálafjørðinum, í sjálvum olju- og alivinnuhøvuðsstaðnum (Jógvan í Skorini, Tjóðveldi)
Langtíðarskaðin frá fullveldislandsstýrinum, sum tilvitað skar í tryggastu inntøkunum, rakar heilsuverkið, tí partur Danmarkar av heilsufíggingini er minkaður í stórum. Samstundis er tørvurin á heilutænastum øktur í sera stóran mun. (Rósa Samuelsen, Sambandsflokkurin)
Hetta vit hava fleiri dømi um í okkara grannalondum, sum við miðvísum arbeiði hava staðfest, at listarligt arbeiði eisini er ein vinnugrein, ein inntøkukelda og ein útflutningsvøra. Sjálv listin skapar fleiri arbeiðspláss, trivnað, fólkavøkstur og samfelagsliga og persónliga menning. (Petra Iversen, Sambandsflokkurin)
Tað tók 30 ár at fáa grindareglugerðina í lag, so tað ger einki, um vit fara afturum aftur og tillaga onkra meira óhepna grein í grindalógini, so vit ikki missa meira fyri minni. (Jóan Pauli Joensen, Javnaðarflokkurin)
Ung, sum fegin vilja tjena nøkur oyru í summarfrítíðini og samstundis royna, um sjólívið er nakað fyri tey, skulu í dag fyrst leggja 3.000 ella 3.500 krónur á borðið, alt eftir hvør veitarin er, fyri eitt trygdarskeið. Hetta ger sjálvsagt, at tey flestu setast aftur, tó at skipini ofta mangla fólk hesa ársins tíð. (Ingolf S. Olsen, Tjóðveldi)
Vit hava sæð hvussu vina- og kenninga politikkur artrar seg best, tá fiskiloyvið verða uppfunnin úr luftkastellum. Vit hava sæð, at við núverðandi fiskivinnulóggávu loyvað vit trælahaldi og strámannavirksemi. (Paula T. Petersen, Tjóðveldi)
Kom lat okkum broyta samfelag og hugsunarhátt, og rætta øllum eina hond. Eisini teimum sum í dag, líða undir tí órætti, at verða skýrdir “grádigir” reiðarar, og sum fáa alt forerandi frá Fólkaflokkinum. (Hilbert Elisson, Javnaðarflokkurin)
Ein kostnaðarlækking av gerandisvørum røkkur út í øll heimini og kemur ikki bara teimum fáu til góðar. (Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin)
Um politisku vinmenninir, Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen, sleppa at gera álvara av at skipa samgongu eftir valið, er sera skjótt, at tað fer at mangla ein milliard í landskassanum. (Reimund Langaard, Sambandsflokkurin)
Eitt av grundarlagnum undir demokratiinum er, at ein almennur stovnur sum Kringvarpið, skal tryggja fjøldini eina objektiva lýsing av viðgjørdum málum, soleiðis at veljarin hevur eina góða og greiða heildarmynd, ið hann kann taka støðu út frá á valdegnum. Tíverri var hetta ikki tilfeldið í hesari sendingini. (Jógvan Skorheim, Nýtt Sjálvstýri)
Og samstarv millum foreldur í flokkinum somuleiðis. Tummulfingurreglan er, at um foreldur brúka 20 tímar árliga til samstarvið millum skúla og heim – og til trivnað í flokkinum, er gott grundarlag fyri góðari trivnaðarmentan. (Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin)
Pensjónistarnir mugu fáa í minsta lagi 1.000 kr. afturat um mánaðin eftir skatt. (Ingrid S. Henriksen, Javnaðarflokkinum)
Tá nólsoyingar megna at skipa fyri Ovastevnuni hvørt ár, so eiga Føroyar at megna at skipa fyri Oyggjaleikunum eina ferð fyri hvørji 30 ár. (Jóannes Guttesen, Tjóðveldi)




