Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skrivstovulærlingur til Føroya Kærustovn

Føroya Kærustovnur

Eitt lærupláss innan almenna fyrisiting er leyst at søkja til setan 1. desember 2017 ella eftir nærri avtalu.

Talan er um eitt fjølbroytt lærupláss innan almenna fyrisiting. Umframt vanligt skrivstovuarbeiði við telefon- og viðskiftaavgreiðslu, skjalaskráseting og málsviðgerð, fevnir arbeiði eisini um fundaravgreiðslur og bókhald.

Vit hugsa okkum, at rætti umsøkjarin hevur miðnámsprógv, góðan málsligan kunnleika og dugir væl at brúka teldu.

Løn- og setanartreytir verða sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Lærutíðin verður fastløgd av Yrkisdeplinum, alt eftir, hvat prógv næmingurin hevur framanundan.

Umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. november 2017. Áhugaði eru vælkomin at seta seg í samband við Peturbjørg Jensen, deildarleiðara fyri at frætta nærri um starvi.

Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postsmoga 45
110 Tórshavn
Telefon 32 05 85
teldupostur: kaerustovnur@kaerustovnur.fo


Um stovnin
Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir Løgmansskrivstovuni. Stovnurin fyrireikar kærumál til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum, Skatta- og avgjaldskærunevndina, Kærunevndina hjá Studna, Kærunevndina í Lendismálum, Vinnukærunevndina, Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina, Fjølmiðlanevndina, Kærunevndina hjá Barsilsskipanini og Kærunevndina hjá ALS. Harumframt er Kærustovnurin skrivstova hjá Skuldarumskipanarnevndini og Høvuðsbarnaverndarnevndini. Á stovninum starvast í løtuni níggju fólk, stjórin, fimm løgfrøðingar og trý skrivstovufólk.


Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo