“ Harudagur”, er sprottið úr tí føroyska mentunararvinum, nevniliga fyrsta harudegi – tá loyvt er at skjóta haru.
Dagurin varð hildin við nógvum og spennandi tiltøkum, øll við tí eina felagsevninum “harudagur”. Meiningin við einum tílíkum degi er at koma saman og hava tað stuttligt, ella eisini at fáa eina meirvitan um føroysku haruna. Dagurin byrjaði við at allir dagstovnarnir í Klaksvík fóru í felagsskrúðgongu niðan á vøllin, har skipað var fyri felagssangi við ymsum harusangum. Kendar og minni kendar harur vóru eisini at finna ímillum allar hinar fittu harurnar. Verkstaðið á Brekku hevði seymað nøkur harufløgg. Seinni um dagin var skipað fyri haruskattajakt fyri børn í skúlaaldri.
Tiltakið var fyrireika av: Norðoya Kunningarstovu, Húsinum, Klaksvíkar Bókasavni , Atlantis, Norðoya Fornminnasavni og Klaksvíkar Svimjihøll
Stuðla tiltakinum hava: Kjølbro Heilsøla, Norðoya Sparikassi og Føroya Banki.




