Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skrúvugudstænasta týsdagin

Jóhann Lützen

Týsdagin 15. mars klokkan 17.30 verður aftur skrúvugudstænasta í Christianskirkjuni. Tað er ein stutt og barnavinalig gudstænasta. Sungnir verða lættir sangir, og Øssur Kjølbro, prestur, talar.

Eftir gudstænastuna verða øll boðin niður í kirkjukjallaran at fáa sær kjótsós við pastaskrúvum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.