Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skt. Pætursborg og Klaksvík vinarbýir

Jóhann Lützen

Á samkomu fyrrapartin í ráđhúsinum í Pushkin økinum skrivađu Vladimir Omelnitski og Jógvan Skorheim undir vinarbýarsáttmála

Løtan var serstøk og fjálg. Bæđi Vladimir Omelnitski og Jógvan Skorheim greiddu frá um teirra kommunur og vóru sera áhugađir í at menna samstarviđ teirra millum.

Jógvan Skorheim handađi gávu, ein vita, ið Micheal Olsen hevur gjørt og eina gávu frá Føroya Bjór.

Vladimir Omelnitski handađi síđan Jógvan Skorheim gávu, matruskir, sum eru traditionellar dukkur.

Jógvan Skorheim nýtti høviđ at bjóđa Vladimir Omelnitski til Føroya og hann játtađi at koma viđ sendinevnd. Fyrireikingar eru longu farnar í gongd