Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skuffandi innsatsur hjá Stjørnuni

Oliver Joensen

Tjaldur vann uppiborið 22-17 á Stjørnuni ídag, hálvleiksstøðan var 10-8 til Tjaldur.

Tað er lítið positivt at siga um dystin hjá Stjørnuni ídag. Tjaldur er eitt sterkt lið, tað vita vit, men avrikið hjá Stjørnuni í dag var undir lágmarkinum á tí, liðið eigur at kunna vísa, so Gerster og Co. mugu taka seg alvárliga saman til Steypadystin ímóti Tjaldrinum.
Um tað ikki var fyri málmannin hjá Stjørnuni, Kristinu, so hevði tapið óivað verið nógv størri.
Álopið hjá Stjørnuni megnaði ikki at skora, sjálvt ikki í opnum málmøguleikum og seinastu tíðina hevur sæð út sum um ferðin er farin úr Stjørnuliðnum. Vit síggja alt ov sjálvdan skjótálop, sum plagdi at vera eitt vørumerki hjá Stjørnuni.
Tap ímóti Neistanum fyri stuttum og aftur tap ídag, tað er ikki nóg gott.
Ná, betri heppni næstu ferð.