Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlablaðið: Nýggjur stórskúli í Klaksvík

Nordlysid

Fyrsti spakin verður settur í nú í desembur at nýgera skúlagarðin, og næsta summar byrjar sjálv skúlabyggingin. 1. byggistig stendur klárt at taka í nýtslu eftir summarfrítíðina 2018, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, við Skúlablaðið.

Fyrstispakin verður settur í nú í desembur at nýgera skúlagarðin, og næsta summarbyrjar sjálv skúlabyggingin. 1. byggistig stendur klárt at taka í nýtslu eftirsummarfrítíðina 2018, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, við Skúlablaðið.

 

Skúlablaðið, sum er fakblaðið hjá Føroya Lærarafelag og hevur  eitt upplag á umleið 1550, skrivar 3. desember2014 eina grein um skúlabyggingina, sum Klaksvíkar kommuna í løtuni fyrireikar,samstundis sum Mentamálaráðið fyrireikar tann organisatoriska partin av tískjótt samanlagda skúlanum í Klaksvík.

 

Seta fyrsta spakan íhendan mánaðin

Skúlablaðið skrivar, at umframt at spakin verður settur nú ídesembur í arbeiðið, at nútímansgera skúlagarðin, byrjar arbeiðið at nútíðargeraatkomuna við lyftu til barnatannrøktina og Gigni, heilsufrøðiligatænastustovnin. Tað byrjar eisini nú í desembur.

Í juni 2015 verður spakin settur í arbeiðið at byggja nýggjaskúlan. Tað er 1. byggistig, ið sum nevnt er liðugt at taka í nýtslu summarið2018.

 

30 mió. játtaðaraftrat til skúlabygging

Út frá einum tilmæli, sum ein byggibólkur gjørdi íundanfarna valskeiði, setti býráðið upprunaliga ein íløgukarm fyriskúlabyggingina upp á 70 milliónir yvir tey næstu árini.

– Í sínum arbeiði hevur semja verið í byggibólkinum um, atvit í Klaksvík skulu hava ein skúla, sum virkar við til at menna tey ungu, sotey standa seg í einum alsamt meira altjóðagjørdum heimi, upplýsir JógvanSkorheim.

– Her hevur byggibólkurin við Jóhann Lützen, formanni á oddagjørt eitt stórt og gott arbeiði.

– Í høvuðsheitum kann sigast, at allir tættir í sambandi viðskúlaskap hava verið viðgjørdir, og niðurstøðan hjá byggibólkinum er, atneyðugt verður at skipa skúlabyggingina í trý byggistig.

Hesi viðurskifti bóru í sær, at metti kostnaðurin fyrifyrsta byggistig er umleið 100 milliónir krónur.

 

Fíggja skúlan uttanlántøkur

– Samgongan er samd um, hóast hesa stóru íløgu, at haldafram at raðfesta niðurgjalding av lániskuldini hjá kommununi, samstundis sumaðrar neyðugar íløgur verða varðveittar.

– Sostatt er neyðugt at fíggja meirkostnaðin avskúlabyggingini uttan lántøku, og sum eg fyrr havi greitt frá, er hetta eydnastokkum við at hækka skattin 0,5 prosent fyri árini 2015-2018, samstundis sumskattainntøkurnar eru hækkaðar.

Hetta gevur samanlagt umleið 30 milliónir krónureykainntøkum fram til 2018, sum verða brúktar til at fíggja hesa íløgu íløgu.

 

Tú kanst lesa alla greinina í Skúlablaðnum við at trýsta áhesa slóðina: http://www.skulabladid.fo/Heim.aspx?ID=610&Action=1&NewsId=7952&M=NewsV2&PID=1962

Harleywoodpaint