Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlabyggingar í Klaksvík

John William Joensen

Petur Hans Joensen hevur grein í seinasta Norðlýsinum um skúlanar
í Klaksvík. Eg havi lisið greinina við áhuga og má bara siga, at tað er gott at lærarar koma við hugsanum um skúlaverkið í Klaksvík.

Nú er tað so, at eg kenni skúlarnar rættiliga væl frá øllum sjónarhornum, og sjálvsagt havi eg gjørt mær mínar hugsanir um hvussu tað skal verða framyvir, men fyrst og fremst mugu og skulu hølistrupulleikarnir loysast og tað gerst ikki bert við at leggja skúlarnar saman við einari leiðlsu. 
Nýggja skúlalógin, sum nú hevur verið í gildi nøkur ár, setur stór krøv til bæði lærarar, næmingar og skúlabygningar. T.d. eru lærugreinar,sum fyrr bert vóru í teim hægru flokkunum nú eisini í yngru flokkunum. Onkrar lærugreinar t.d. nátúr og tøkni setur ørðvísi krøv til skúlastovuna. Og ikki minst eigur hvør flokkur at hava sína egnu heimastovu. So tíðiligt er, at tað er neyðugt við útbygging.
Sum øllum kunnugt eru tveir kommunalir skúlar í Klaksvík, men harvið er ikki sagt, at teir ikki samstarva. Teir hava felags teldustovu, felags skúlakøk og felags fimleikahøll. Um hetta samsrarv kann útbyggjast á skilagóðan hátt, taki eg sjálvandi undir við tí, men tað sum eg haldi hevur stórsta týdningin fyri skúlabørnini í Klaksvík er, at vit fáa ein góðan og hóskiligan skúla í allar mátar. Ìløgur í skúlaverkið er ein íløga í framtíðina hjá Klaksvíkar kommunu.
Eg fari at enda hesuferð við at takka skúlunum, skúlaleiðslum og skúlastýrunum fyri gott samstarv við ynski um framhaldandi gott samstarv, nú skúlaverkið  stendur fyri ítøkiligum útbyggingum.

Jórun Høgnesen,
formaður mentunnarnevnd Klaksvíkar Býráðs.