Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlabyggingin í tryggari legu

Norðlýsið

– Fyrsti spakin verður settur í nýgerð av skúlagarðinum í desember, og komandi summar byrjar skúlabyggingin, har 1. byggistig stendur klárt at taka í nýtslu eftir summarfrítíðina 2018, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

– Fyrsti spakin verður settur í nýgerð av skúlagarðinum í desember, og komandi summar byrjar skúlabyggingin, har 1. byggistig stendur klárt at taka í nýtslu eftir summarfrítíðina 2018, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Byggibólkurin hevur higartil havt fýra fundir eftir summarsteðgin saman við Fuglark, har arbeiðið snýr seg um at gera liðugt skipanaruppskot fyri byggingina, har tað endaliga verður ásett, hvussu bygningurin sær út, hvar ymsu hølini skulu verða staðsett, og har skúlagarðurin verður skipaður eftir nútíðar námsfrøðiligum krøvum.

Eftir ætlan verður endaliga skipanaruppskotið síðst í oktober 2014 lagt fyri byggibólkin til viðgerðar. Uppskotið verður eftirfylgjandi lagt fyri Klaksvíkar Býráð til støðutakan.

Eftir hetta byrjar arbeiðið at gera projektuppskot og gera klárt til útbjóðing av bygging­ini. Eftir ætlan skal 1. byggistig av nýggja skúlanum, sum er mett at kosta umleið 100 mió. kr., verða klárt at taka í nýtslu eftir summarfrítíðina 2018.

Fyrstu sjónligu átøkini í hesari skúlabygging eru:

1) Desember 2014: Spakin verður settur í arbeiðið at nútímansgera skúlagarðin

2) Desember 2014: Arbeiðið byrjar at nútíðargera atkomuna við lyftu til Barna­tannrøktina og Gigni.

3) Juni 2015: Spakin verður settur í byggingina av nýggja skúlanum, 1. byggistig.

4) Á sumri 2018: Skúlabyggingin, 1. byggistig, klárt at taka í nýtslu.

– Fyri okkum hevur tað stóran týdning, at byggingin órógvar sum minst dagligdagin hjá lærarum og næmingum.

Skúlagarðurin stóran týdning

– Í hesari verkætlan er skúlagarðurin raðfestur eins høgt og sjálvir bygningarnir, tí vit vita, at útiøkini hava so stóran týdning fyri menningina hjá børnum og ungum, og hetta er orsøkin til, at vit longu nú í desember byrja upp á tann partin av skúlabyggingini.

– Tað er ein farin tíð, har skúlagarðurin merkir asfaltfløtur úr enda í annan, sigur borgarstjórin.

Fyrsta byggistig økt

úr 70 upp í 100 mió.

Út frá einum tilmæli, sum ein byggibólkur gjørdi í undanfarna valskeiði, setti býráðið upprunaliga ein íløgukarm fyri skúlabyggingina upp á 70 mió. kr. yvir tey komandi árini.

Í hesum valskeiðnum varð settur ein nýggjur byggibólkur, og kom hesin til eitt tilmæli, sum varð lagt fyri býráðið í juni mánað 2014. Hetta tilmælið er meira umfatandi og tí eisini meira kostnaðarmikið enn tað upprunaliga.

– Í sínum arbeiði hevur semja verið í byggibólkinum um, at vit í Klaksvík skulu hava ein skúla, sum virkar við til at menna tey ungu, so tey standa seg í einum alsamt meira altjóðagjørdum heimi, upplýsir Jógvan Skorheim.

– Her hevur byggibólkurin, undir leiðslu av Jóhann Lútzen, formanni, gjørt eitt stórt og gott arbeiði.

– Í høvuðsheitum kann sigast, at allir bóltar ísv. skúlaskap hava verið viðgjørdir, har niðurstøða bólksins er, at neyðugt verður at skipa skúlabyggingina í 3 byggistig.

Hesi viðurskifti førdu til, at metti kostnaðurin fyri fyrsta byggistig er uml. 100 mió. kr.

Fíggjað uttan lántøku

– Samgongan er samd um, hóast hesa stóru íløgu, at halda fram at raðfesta niðurgjalding av lániskuldini hjá kommununi, samstundis sum aðrar neyðugar íløgur verða varðveittar.

– Sostatt er neyðugt at fíggja meirkostnaðin av skúlabyggingini uttan lántøku, og sum eg áður havi greitt frá, er hetta eydnast okkum við at hækka skattin 0,5% fyri árini 2015-2018, samstundis sum skattainntøkurnar eru hækkaðar. Hetta gevur samanlagt uml. 30 mkr. í eykainntøkum fram til 2018, sum verða brúktar til fígging av hesari íløgu.

Byggistig 1 inniheldur:

· Skúlagarður millum Snjallubjallu og Ósáskúlan

· Skúlagarður vestan fyri Skúlan á Ziskatrøð

· Heimaøkið til 4. – 9. flokk

· Serskúli

· Skúlabókasavn

· Amfitrappa við palli

· Felagshøll við tænastudepli og matarhøll

Byggistig 2 inniheldur:

· Fyrisiting

· Fakhølir

· Gigni

· Skúlagarður (framhald)

Byggistig 3 inniheldur:

· Fimleikarhallir

· Barnatannrøktin

· Forskúli

· Skúlagarður (framhald)