Tjóðveldisflokkurin krevur málið um miðnámsskúlan á Marknagili á tingborð
Vestmanna 12. oktobur 2004.
Nú kjak hevur tikið seg upp um skúladepilin í Marknagili, vil eg gera vart við støðu Tjóðveldisfloksins í hesum málið.
Tjóðveldisflokkurin heitir á landsstýrismannin í mentamálum um at leggja uppskotið um miðnámsskúlan í Markangili fyri tingið.
Tjóðveldisflokkurin byrjaði at arbeiða við tankunum um ein miðnámsdepil í Markangili meðan flokkurin sat við mentamálum í seinastu samgongu. Hesir tankar eru nú myntaðir út í einum sera væl undibygdum skitsuprojecti um ein minámsdepil í Marknagili. Okkara metan er at ein tílíkur miðnámsdepil í framtíðini vil gerðast tann platformurin sum øll tann føroyska miðnámsútbúgvingin kann fara at mennast útfrá.
Tað er ein sannroynd, at menningin í londunum kring okkum fer tannn vegin, at felagsútbúgvingin hjá øllum borgarum í landinum varar longu og longur, og Tjóðveldisflokkurin er av tí fatan, at jú breiðari vit fáa útbúgvið allan okkara ungdóm, jú betri møguleikar skapa vit fyri einum framkomnum samfelagið, ið er ført fyri at standa á egnum beinum.
Við hesum í huga, og vitnini um teimum umstøðum lærarar og næmingar á Studentaskúlanum í Hoydølum, Tekniska skúla og Føroya Hansilsskúla í Tórshavn arbeiða undir, er púra greitt, at farið eigur at verða undir miðnámsskúlan í Marknagili, ongatíð ov skjótt.
Eisini vil eg gera vart við at í langtíðarætlan Tjóðveldisfloksins liggur eisini ein ætlan um byggingina av Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, Lista- og tónleikaskúla í Sandoynni og einum miðnámsskúla í Vágoynn, sum hevur ferðavinnu sum høvuðsgrein.




