Í morgun ringdi kirkjuklokkan saman til skúlaguðstænastu, sum siður er, har allir næmingarnir, ið eru knýttir at skúlanum, vóru við.
Hanus á Gørðum, prestur, sum hevur rættiliga gott tak á børnunum, hevði prædikuna, og sótu børnini sum á nálum og lurtaður eftir presti.
Tó tað kom fyri, at bæði børnini og lærarnir høvdu hug at smílanst, tí prestur dugur eisini kynstrið at fáa fólk at grína ella smílast, sum ein liður í betri at skilja Orðið.
Sjálvandi var eisini felagssangur og til endans verður altíð sungið Gleðilig jól, so hart, at tað hoyrist yvir í skúlan. Men soleiðis var ikki í morgun – fyrr hava børnini sungið munandi harðari.
Við til guðstænastuna var eisini eitt framúr gott skúlakór, sett saman av næmingum í 1. 2. og 3. flokki. Hetta kórið var ómetaliga væl samansungið og dugdu tey rættiliga væl at syngja.
So vónandi verður hildið lív í hesum kórinum mong ár fram, tí her er gott grundarlag lagt, og ráevnið er gott.
Siðvenja er at bjóða fráfarnum lærarum við til hesa serstøku skúlaguðstænastuna, og vóru fleiri teirra eisini við.
Tá ið tú hevur verið við til hesa serligu og fjálgu guðstænastuna, eru jólini ikki langt burtur.
Í morgin kl. 10.30 er aftur guðstænasta – tá er hon fyri øllum, íð eru knýtt at dagstovnaøkinum.































