Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Skúlahornorkestrið spældi til morgunsangin

skulatrod.fo

Morgunsangurin og morgunløturnar, sum vit eisini siga, eru innihaldsríkar og góðar á so nógvar mátar. Vit syngja sálmar, biðja faðirvár og fáa eisini onnur innsløg, sum kunnu geva íblástur til ymiskt, sum vit ikki takast við sjálvi og soleiðis var í morgun hjá grunddeildini.

 

 

Í morgun hevði grunddeildin vitjan av skúlahornorkestrinum, sum spældi til morgunsangin. Luttakararnir í skúlahornorkestrinum duga væl at spæla og tað er hugaligt at hoyra og síggja ungar hornblásarar liva seg inn í tónleikin. Tey, sum spæla her, hava eisini tveir sera góðar lærarar, sum ganga høgt upp í sína uppgávu.

 

Hetta er so gott fyri næmingar og skúlan