Hóast veðrið ikki var av tí besta ímorgun,so hugnaðu næmingarnir úr Ósáskúlanum sær á Oyravegnum ímorgun.
Summi runnu ella gingu 5 kilometrar, summi 10 kilumetrar og nøkur 15 kilometrar. Tað sást á øllum brøvdum, at børnini hildu at tað var fínt við einum gongu ella rennitúri ímorgun. Dagurin byrjaði við upphitan í skúlanum og endaði við at børnini fingu frukt og okkurt leskandi at drekka eisini.
Hetta er árligi skúlarennidagurin, sum Ósáskúlin fekk avgreitt í morgun og sum man vera ein góð byrjan uppá heystfrítíðina hjá børnunum, sum byrjar ídag.




