Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlarnir í Klaksvík virka sum tveir skúlar hóast samanlegging

John William Joensen

– Tað er ein gøla, at skúlaleiðslur og lærarar ikki vita, hvør støða teirra er eftir 1. januar. Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag sum sipar til samanleggingarnar av skúlunum á Ziskatrøð og við Ósánna í Klaksvík við kvf.fo

 Í dag er fundur millum fíggjarmálaráðið, sum hevur fingið málið til viðgerar eftir at mentamálaráðið er mett at verða ógegnugt, og lokalu myndugleikarnar og sum skilst verður neyvan talan um at samanløgdu skúlarnir fara at virka sum ein skúli fyrr enn nýggi skúlabygningurin verður liðugur.

Sum skilst verður arbeitt við at verandi leiðsla heldur fram har annar skúlastjórin verður stjóri og at hini leiðara størvini verða skipað sum varðaskúlastjórastørv.