Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlarnir samstarvaðu um ítróttadag

Oliver Joensen

Tekniski skúli, Klaksvíkar HF-skeið og Ítróttabreytin í Skúlanum á Ziskatrøð høvdu í dag felags ítróttardag, sum var í Badmintonhøllini. Tekniski Skúli skipaði fyri í dag, men ætlanin er, at tað skal skifta millum skúlarnar at skipa fyri.

Tað má sigast at vera slóðbrótandi roynd, at tríggir ymiskir skúlar í Klaksvík samstarva á hendan hátt. Seinni kemur eisini Klaksvíkar Húsarhaldsskúli við í samstarvið. Tað eru Magnus Norðberg(Tekniski Skúli), Kári Purkhús (Klaksvíkar HF-skeið), Jákup Mikkelsen (Skúlin á Ziskatrøð) og Jóhanna á Tjaldrafløtti (Klaksvíkar Húsarhaldsskúli), sum manna toymi, sum hevur tikið stig til hetta við hjálp frá m.a. Klaksvíkar Kommunu og Óla Jákup Joensen, stjóra í Skúlanum á Ziskatrøð.

Væl nøgdir

Magnus Norðberg er partur av toyminum, sum hevur tikið stig til hetta og hann greiður soleiðis frá:

– Nakrir ítróttalærarar hava arbeitt við hesum í eina tíð. Ætlanin er, at skúlarnir skiftast um at fyriskipa. Í dag vóru tað so vit, sum skipaðu fyri. Vit vóru í Badmintonhøllini. Fimi, skjótleiki, at fáa ein bólt í eitt ávís stað og styrkisvenjing var nakað av tí, sum vit valdu at hava. Útgerðin er m.a. komin frá Tøkni flokkinum í Tekniska Skúla og Fullpower. Vit raðfesta fjølbroytni og ikki rein spøl sum t.d. fótbólt ella hondbólt, har stórur munur er millum tey bestu og tey minni góðu. Men sum heild vóru bæði fyrireikararnir og næmingarnir væl nøgdir við dag. Hetta fyrsta árið verður talan um 4 slíkar dagar, har allir skúlarnir skipa fyri einaferð, men vónandi kann hetta mennast til tvífalt so nógv næsta ár, sigur Magnus Norðberg við nordlysid.fo.

Magnus sigur víðari, at hetta kanska er byrjanin til meira samstarv millum skúlarnar.

– Endamálið er at skapa fjølbroytni, har skúlarnir vísa sínar sterku síðir og geva íblástur til hinar. Mær vitandi er hetta fyrstu ferð, at skúlarnir samstarva so breitt. Ítróttur er altíð upplagt at byrja við, men hetta er kanska byrjanin til meira samstarv uppá tvørs av skúlum. Og so er hetta eisini ein góð samanstjóðing, sigur hann.

60 næmingar hoyra til hesar dagarnar. Bólkar á 5 næmingar vóru saman í dag, har tað ikki bleiv bólkað eftir aldri, so aldursamansetingin kann vera ymisk. Hesaferð bleiv kappingar leisturin brúktur, har vinnarin fekk eitt gávukort til Biograf í Atlantis.