Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlasamanlegging: Á hvønn hátt lyfta vit í felag?

Mildrid á Lógv

Avgerðin um samanleggingina av fólkaskúlunum í Klaksvík er eitt stórt stig rætta vegin, men tað er nú, at veruliga arbeiðið at leggja skúlarnar saman byrjar.

Avgerðin um samanleggingina av fólkaskúlunum í Klaksvík er eitt stórt stig rætta vegin, men tað er nú, at veruliga arbeiðið at leggja skúlarnar saman byrjar.

Býráðssamtyktin

Tað eru ongantíð øll, ið hava somu meining, og virðing má havast fyri hesum. Tó mugu vit standa saman um býráðssamtyktina 24. apríl fyri einum felags fólkaskúla, har øll børn í Klaksvík fáa sama skúlatilboð við fleiri valmøguleikum uttan mun til, um ein býr á Kósini ella á Bumshamri.

Eitt drúgt arbeiði liggur aftanfyri einum meirilutatilmæli, har umleið 150 fólk: Lærarar, leiðsla, skúlastýrir, foreldur, næmingar, umboð fyri dagstovnar, frítíðarskúlar og miðnám eru komin til orðanna. Sostatt er talan um eitt væl gjøgnumhugsað álit, umboðandi bæði skúlan á Ziskatrøð og skúlan við Ósánna, um at leggja fólkaskúlarnar saman til ein skúla skipaðan í fýra deildir: grunddeild, miðdeild, framhaldsdeild og valskúla, har varaskúlastjóri verður settur fyri hvørja deild og við einum felags skúlastjóra.

Virðing fyri demokratiskari avgerð

Summi hava ilt við at góðtaka støðuna. Ístaðin fyri at arbeiða fram ímóti einum felags máli, verður fokus flutt til at verja borg og halda fast við sítt egna, sum tað var. Tað er sera harmiligt, at fokus verður flutt frá einum komandi skúla til eisini at skjóta persónliga eftir mótpartinum. Hetta førir als ikki til nakað gott samstarv og er ikki við til at lyfta skúlan í felag. Samstarv er meir enn orð, men sjálvandi kann ein vænta, at hetta tekur tíð hjá teimum, ið hava verið í minniluta í hesum máli. Komandi skúlaskipan hevur eina broytingartilgongd við sær, ið ikki kemur eftir einum degi. Hugsanin um ein samanlagdan skúla krevur búningartíð, ið vit mugu hava virðing fyri. Somuleiðis má minnilutaparturin í hesum máli eisini hava virðing fyri ymiskum sjónarmiðum viðvíkjandi skúlanum.

Persónliga havi eg stóra virðing fyri skipanini um ein felags fólkaskúla í Klaksvík. Avgerðargrundarlagið hjá lokalpolitikkarunum var áðurnevnda tilmælið, har 150 fólk, ið varða av skúlunum, vórðu eftirspurd. Sostatt er avgerðin tikin út frá einum breiðum grundarlagi, ið skúlafólk nú mugu standa saman um fyri at røkka visjónini um ein fakliga sterkan skúla, har trivnaður og menning verða sett í hásæti. Fleiri lærarakreftir við ymiskari servitan gevur betri møguleika at hækka støðið og trivnaðin í fólkaskúlanum, um rætt verður atborið.

Ognarkenslan

Fyri at røkka visjónini um ein góðan skúla, er tað av týdningi, at lærarar, næmingar, foreldur og leiðsla fáa ognarkenslu í nýggja skúlanum. Góð kunning og gott samskifti saman við einum nágreiniligum og miðvísum arbeiði kann gera, at allir partar fáa møguleikan at ávirka og leggja størri orku í at náa sama máli um ein góðan skúla. At politikkarar taka hædd fyri tørvum og ynskjum hjá fólkum, ið hava við skúlan at gera, og raðfesta skúlan høgt fíggjarliga spælir stóran leiklut fyri, hvussu karmarnir fyri nýggja skúlanum verða. Somuleiðis hevur Mentamálaráðið stóra ábyrgd av eini nøktandi skipan av størsta fólkaskúlanum í landinum, tað veri seg m.a. játtan av leiðslutímum og undirvísingartímum. Um góðir karmar verða skaptir fyri skúlanum er síðan upp til starvsfólk, næmingar og foreldur at skapa innihaldið fyri einum vælvirkandi skúla. Um vit standa saman, og hvør ger sítt besta, kunnu vit fáa ein av bestu skúlum í landinum við fjøltáttaðum vallærugreinum við breiðum hópi av lærarum við servitan innan ymsar lærugreinar. Ein navna- og búmerkjakapping av nýggja samanlagda skúlanum, har øll í kommununi kunnu luttaka, er eisini við til at skapa ognarkenslu í framtíðar skúlanum. Hetta verður “okkara” skúli, ið vit gerast góð við.

Avbjóðingin

At leiða ein stóran skúla hevur sjálvsagt stóra avbjóðing við sær. Men avbjóðingin liggur ikki bert hjá leiðsluni, men eisini hjá tí einstaka læraranum, næminginum, foreldrunum og øðrum, ið varða av skúlanum. Ein stór avbjóðing við framtíðar skúlaskipan verður júst hugburðurin til samanlagda skúlan. Um vit vilja okkara børnum tað besta, mugu vit eisini hyggja eftir, hvat hvør einstakur kann gera fyri at náa hesum máli í framtíðar skúlahøpi. At kjakast ímóti núverandi samtykt setur meinbogar fyri framburði í nýggju skipanini. Tískil eru ábyrgd, opinleiki og samstarv lyklaorð fyri skúlaframburði í Klaksvík.

Fyri at fáa eitt kveikjandi og mennandi skúlaumhvørvi, ið ger okkara børn betri før fyri at møta framtíðar avbjóðingum og alheimsgering, mugu politikkarar, lærarar og onnur starvsfólk á skúlanum saman við foreldrum og næmingum í felag standa við ábyrgdini um at lyfta skúlan til ein vælvirkandi og mennandi skúla.

Mildrid á Lógv

Forkvinna í skúlastýrinum á Ziskatrøð