Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlastaffettin bleiv ein sonn sólskinssøga

Treysti

(Sjónbandaupptøka) Tað bleiv ein sera góður dagur tá tann allarfyrsta Skúlasteffetin bleiv hildin á fótbóltsvøllinum í Klaksvík fríggjamorgunin. Veðrið vísti seg frá síni allarbestu síðu, næmingar og lærarar vóru væl upplagdir. Hesa vikuna er útivika, so tað var upplagt, at leggja Skúlastaffettina í hesi vikuni.

Vøllurin var klárur, málportalurin var blástur upp, og fyriskiparnir vóru eisini sera spentir. Skýlið var fullsett við næmingum og lærarum, sum skuldu renna staffett ella sum vóru komnir at heppa.

Eftir at allir rennarar høvdu fingið startnummar við navni á, bleiv fyrst runnið tvær ferðir runt á vøllinum, so øll kundu royna umstøðurnar áðrenn tey skuldu í eldin.

Staffettin var skipað á tann hátt, at 6 næmingar runnu á hvørjum liði, og skuldu teir renna eitt umfar á 200m í part. Íalt vóru 72 lið tilmeldaði og næstan 500 rennarar (næmingar og lærarar).

Við einum altíð væluppløgdum, Finn Johannesen, sum speakara, so koyrdi tað bara. Hann kundi nevna allar rennararnar við navnið, so tað bleiv stuttligt fyri bæði rennarar, fjepparar og áskoðarar.

Byrjað bleiv við 1. flokki, síðani 2. flokki og so framvegis. Stemningurin var í hásætið alla tíðina meðan runnið varð, og tað var við at kóka yvir í spenningi tá túrurin var komin til lærarnar. Vinnandi liði í hvørjum flokstigi fekk ein kassa av SISU. Í skýlinum var frukt og vatn til øll, bæði rennarar og fjepparar. 

Tá Finn so eftir loknar renningar spurdi um Skúlastaffettin hevði verið góð, var takið á skýlinum um at lætta sær tá øll svaraðu JA, og sjálvdan hevur slíkt JA-róp verið at hoyrt í skýlinum, sum tá hann spurdi um hetta skuldi endurtakast næsta ár.

Treysti vil senda eina stóra tøkk til allar skúlarnar sum luttóku og takka fyri sera góðu undirtøkuna. 

Tøkk til KÍ fyri lán av vøllinum, tøkk til Klaksvíkar Kommunu fyri frukt og vatn, og tøkk til Føroya Bjór fyri vinningar.

Til seinast ein stór tøkk til hjálparfólkini hjá Treysti.