Skúlatrøð hevur avdúkað nýtt búmerki í morgun.
Tíðindaskriv frá Skúlatrøð: Í morgun var skipað fyri serstakari morgunløtu, har búmerki til samanlagda skúlan á Skúlatrøð varð avdúkað.
Klaksvíkar býráð valdi í sínari tíð at samalagdi skúlin skuldi hava nýtt navn og búmerki. Navnið varð avdúkað fyri einum ári síðani, og nú er nýtt búmerki klárt.
Búmerki tekur støði í navninum. Ein trøð er veltur bøður, har har gróðurin veksur betri enn í óveltum. Tí er búmerkið ein spíri við tveimum bløðum. Bløðini kunnu eisini síggjast sum tvær hendur, sum hava umsorga fyri tí lítla spíranum.
Búmerkið er annars runt, sum ímyndar tann heim, sum skúlin skal búgva næmingarnar út til. Omanfyri spíran eru 10 fræ, sum eru teir 10 flokkarnar í skúlanum. Hesir flokkarnir eru á veg út í vaksnamannalívið.
Navnið á skúlanum verður í búmerkinum skrivað við lítlum. Hetta er tí, at navnið er ein partur av grafikkinum í búmerkinum, og mett var, at tað stendur betri grafiskt við lítlum. Tað er ikki óvanligt, at vikið verður frá málsligum reglum í samband við búmerki.
Tað er grafiska virkið Grafia við Jastrid Gullaksen, sum hevur gjørt búmerkið.




