Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlaútbyggingar í Klaksvík

John William Joensen

Havi nú í tveimum greinum víst á, hvussu neyðugt tað er við skúlasamanlegging. Skulu vit menna Klaksvíkar Skúlaverk er neyðugt við skúlasamanlegging.

Formaðurin í mentunarnevnd Klaksvíkar Kommunu, Jórun Høgnesen, hevur grein í Norðlýsinum viðvíkjandi hesum evni. Las greinina við áhuga, men kundi skjótt staðfesta, at onki nýtt var undir sólini.

Hølistrupulleikar
Jórun vísir á, at hølistrupulleikar eru í skúlanum. Jú, tað kann væl vera at so er, men hví arbeiðir kommunan við eini ætlan um at gera somu serhølir sum nú vera nútímansgjørd í skúlanum á Ziskatrøð?
Vit loysa ongar hølistrupulleikar við at gera somu útbygging við Ósánna sum á Ziskatrøð.
Eg havi fyrr nevnt, at vit áttu at sett ein arbeiðsbólk, so vit kunnu fáa eitt álit í skúlaútbyggingunum, tí tað sær ikki út til, at býráðslimir og býráðsumsitingin hava nóg gott innlit í hesum máli.
Við núverandi íbúgvaratali í Klaksvík, hava vit bert brúk fyri einari alis- og evnafrøðisstovu, einari lívfrøðisstovu, einari náttúru og tøknistovu, einari evningsstovu o.s.fr.

Lærugreinar
Fyri nøkrum árum síðani kom lærugreinin náttúra og tøkni. Henda lærugreinin hevur til endamáls, at næmingarnir arbeiða verkligt. Náttúra og tøkni inniheldur alis- og evnafrøði, landalæru og lívfrøði. Í einum stórum skúla kunnu vit hava eitt høli, ið er til hesa lærugrein. Hava vit tveir skúlar, so mugu vit hava tvær stovur. Hetta er myndin í dag, úrslitið er har eftir, mestsum ongin útgerð.

Samstarv
Hóast skúlarnir liggja eitt lítið vet frá hvørjum øðrum, so mugu vit ásanna, at als onki samstarv er ímillum skúlarnar. At skúlin við Ósánna brúkar ein part av serhølunum í skúlanum á Ziskatrøð er ikki meira enn náttúrligt. Við samanlegging sleppa vit frá at tosa um samstarv, tí tá hava vit eina framhaldsdeild og eina barnadeild.
Í 1998 varð fundur hildin millum skúlan við Ósánna, skúlan á Ziskatrøð og Tekniska skúla um samstarv skúlanna millum. Hetta var ein góður og áhugaverdur fundur.
Skúlin á Ziskatrøð hevur góðar royndir við at samstarva við Tekniska skúla, men mær vitandi hvarv skúlin við Ósánna í samstarvinum.

Endi
Sum øllum kunnugt stendur Klaksvíkar Skúlaverk fyri stórum útbyggingum. Tað er neyðugt hjá okkum borgarum í Klaksvíkar Kommunu at gera vart við, at tann peningur, ið verður nýttur til skúlan, verður nýttur á skynsamiligasta hátt.
Fari at enda hesuferð við at spyrja mentunarnevnd Klaksvíkar Kommunu um, hvørja støðu nevndin hevur til samanlegging av fólkaskúlunum í Klaksvík.

Petur Hans Joensen
Lærari
Skúlin á Ziskatrøð