Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlavegur grivin upp

Dávur Winther

Sum liður í stóru spillvatnsætlanini hjá kommununi, sum gongur yvir fleiri ár, verður Skúlavegur nú grivin upp. Men samstundis verða leiðingar til sjógvhitaskipanina lagdar niður – ein spennandi verkætlan til fleiri almennar stovnar.

Sum liður í stóru spillvatnsætlanini hjá kommununi, sum gongur yvir fleiri ár, verður Skúlavegur nú grivin upp. Men samstundis verða leiðingar til sjógvhitaskipanina lagdar niður – ein spennandi verkætlan til fleiri almennar stovnar.

Hesin partur av verkætlanini snýr seg um at knýta leiðingar, sum eru lagdar frá byrjanini av Skúlavegi – niðri við Norðoya Sparikassa og heilt niðan til Svimjihøllina.

Arbeiðið er boðið út, og vann Norðhús entreprisuna við kr. 3,3 mill, sum upprunaliga skuldi taka 6 mánaðar.

16. mars 2015 skrivaður Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Hjalti Josephsen vegna Norðhús undir sáttmála uppá arbeiðstøkuna. Tó at byrjanin er seinkað nakað, verður miðað ímóti, at arbeiðið verður liðugt til ásettu tíð.

Tá ið talan er um slíkt leiðingsarbeiði, sum er eftir einum vegi við so nógvari ferðslu sum Skúlavegur, verður arbeiðið skipað í fleiri bitum við rímiligum strekki. Hetta so hóskandi longd kann gerast liðug, so rímiligur partur av ferðsluni kann halda fram. Tí verður fyrsti partur av verkætlanini gjørdur niðan til skúlan, so ferðslan kann halda fram niðan eftir Ziskagøtu, tá ið fyrsti partur er liðugur.

Størsti partur av leiðingsarbeiðnum frammanfyri skúlan skal verða liðugur við skúlabyrjan eftir summarfrítíðina. So tað merkir, at tíðarætlanin fyri tveir teir fyrstu partarnar av verkætlanini er rættiliga trong.

Á henda hátt verður farið í bitum yvirum Gerðagøtu og niðan eftir Jógvan Waagsteinsgøtu og heilt yvir til svimjihøllina og ítróttarhallirnar eisini. Til ber so eisini at knýta Tekniska Skúla upp í sjógvhitaskipanina, um ynski skuldi verið um tað.

Í fyrstu syftu er ætlanin at knýta skúlan, svimjihøllina og ítróttarhallirnar uppí skipanina. Eisini verða íbúðirnarar á Biskupstorgi knýttar uppí, tá ið tann byggingin er liðug.

Sjógvhitaskipanin kostar um 7 mill. at leggja, og verður tað spennandi at royna hesa skipanina, sum sambært útrokningum hevur ikki so lítlar sparingar við sær – Afturat er talan um eina munin meira umhvørvisvinarliga skipan, enn tær stóru oljufýringarnar, vit kenna.