Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlin í Svínoy letur uppaftur

Nordlysid

– Vit uppliva eina sanna innrás av tilflytarum í Klaksvíkar kommunu, og eg fegnist um at hetta eisini sæst aftur í bygdunum, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini børn og ung, sum til býráðsfundin í kvøld mælir býráðnum til at heita á Mentamálaráðið um at lata skúlan í Sínoy uppaftur.

– Vit uppliva eina sanna innrás avtilflytarum í Klaksvíkar kommunu, og eg fegnist um at hetta eisini sæst aftur íbygdunum, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini børn og ung, sum tilbýráðsfundin í kvøld mælir býráðnum til at heita á Mentamálaráðið um at lataskúlan í Sínoy uppaftur.

 

Á býráðsfundinum í kvøld, hóskvøldið 25. februar 2016, er eitt mál á skrá, har greitt verður frá  einari familju við fimm børnum, harav trý í skúlaaldri, ið fer at flyta til Svínoyar. Tey vóna, at kommunan skjótast gjørliga finnur eina góða loysn á, hvussu tey, í samstarvi við kommununa, skipa fyri, at børn teirra framhaldandi fáa góða skúlagongd í Svínoy.

Kommunan hevur vent sær til Mentamálaráðið fyri at fáa ráðgeving í hesum málinum, og eru boðini haðani, at Klaksvíkar kommuna skal taka støðu til, um skúlin skal lata upp aftur og síðani senda Mentamálaráðnum eina umsókn um at lata skúlan í Svínoy upp aftur, um tað verður niðurstøðan.

Jóhann Lützen er formaður í Trivnaðarnevndini børn og ung, sum varðar av fólkaskúlaøkinum í Klaksvíkar kommunu.

Jóhann greiðir frá, at í samband við kommunusamanleggingina millum Klaksvíkar og Svínoyar kommunur varð avtalað, at verandi barnaskúlar halda fram eftir samanleggingina.

– Fyri okkara kommunu er tað eitt ómetaliga jaligt, at íbúgvaratalið veksur, og ikki minni positivt er tað, at Svínoy sum partur av okkara kommunu veksur við 7 borgarum.

– Svínoy er ein perla fyri barnafamlijur. Her kann eg eisini tosa fyri meg, persónliga, tí vit eru so heppin sjálvi at eiga eini hús í Svínoy, sum vit fáa so stóra gleði av, tá vit vitjað, sigur Jóhann Lützen, sum eisini upplýsir, at talan verður ikki um ta stóru útreiðsluna fyri kommununa, tí skúlabygningurin hevur staðið heitur og er blivin røktur hóast onga skúlagongd.

– Vit gjalda fegin. Vit ynskja sjálvsagt at halda avtaluna sum vit gjørdu tá ið vit løgdu kommunurnar saman, og hóast talan er um eina útoyggj, so er tað mín vón, at betraða ferðasambandið fer at gera tað liviligt hjá komandi ættarliðum at støðast á hesu vøkru oyggj, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini børn og ung.