Fólkaskúlin skal mennast við at styrkja førleikarnar, betra arbeiðsumstøðurnar og stilla krøv til lærarar og leiðslur.
Samstarv millum barnaansing, foreldur og skúla skal skipast frá byrjan. Skúlin, sum er arbeiðsplássið hjá næmingunum, skal hava øll amboð tøk, har tíðarhóskandi tilfar á móðurmálinum er grundarsteinurin.
Størri virðing
Taki fult undir við formanninum í Føroya Lærarafelag, sum mælir til at lyfta læraraútbúgvingina á eitt hægri støði, samstundis sum møguleikarnir hjá lærarum at nema sær viðkomandi eftirútbúgvingar skulu betrast.
Krøvini til skúlaleiðslur og lærarar eiga at verða herd, samstundis sum arbeiðsumstøðurnar hjá teimum mugu betrast. Fyri at hetta skal lata seg gera er neyðugt við greiðum ábyrgdarbýti millum land og kommunur, samstundis sum landsmyndugleikin heldur neyvt eftirlit við, at allir næmingar í landinum fáa somu møguleikar.
Hetta er ein partur av tí, ið gerast skal, fyri at skapa størri virðing um føroyska fólkaskúlan.
Samstarv
Tað er av størsta týdningi, at innskúlingin verður ment m.a. við at betra um samstarvið millum barnaansingarstovnar og skúla. Samstarv millum foreldur og skúla er ein fortreyt, tí eiga foreldur miðvíst at verða tikin við í eitt mennandi og varandi samstarv frá byrjan.
Góð skúlabyrjan, minkar um vandan hjá næmingum at detta niður ímillum.
Innihaldið avgerandi
Tað er ikki rætt at økja um tímatalið og koyra børnini fyrr í skúla, uttan at væl umhugsaðar og neyvt gjøgnumarbeiddar ætlanir um endamál og innihald fylgja við.
Móðurmálið er grundarsteinurin undir undirvísingarverkinum. Føroyska málið eigur at vera keldan til innihaldið og skal tí raðfestast høgt. Vit eiga at miða ímóti, at alt undirvísingartilfar skal vera føroyskt og kennast viðkomandi.
Fólkaskúlin, sum eisini er arbeiðsplássið hjá næmingunum, má gerast til eitt lærandi umhvørvi, har øll amboð eru tøk, og umhvørvið ger, at tey trívast.
Hjartamál
Skúlin er eitt av hjartamálum mínum. Eg fari at virka fyri at menna útbúgvingarmøguleikarnar hjá føroyingum úti sum heima.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður




