Á setanarkvøldið í Eydnuni á Oyrarbakka í gjárkvøldið, har mentanardagarnir í Sunda kommunu vórðu settir, varð eisini vinnarin av búmerkjakappingini til Skúlan við Streymin avdúkaður.
Vinnarin gjørdist Eyðun Eliasen, arkitektur.
Búmerkið verður tikið í nýtslu beinanvegin, skrivar Sunda kommuna á síni heimasíðu.




