Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skulu sambúgvandi hava betri sømdir, enn hjúnarfelagar?

Kári P. Højgaard – løgtingsmaður

Kári P. Højgaard setur Anniku Olsen fyrispurning um pensjónsviðurskiftini hjá giftum og sambúgvandi pensjónistum.

Nr. x/2014

Kári P. Højgaard

løgtingsmaður

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.


Fyrispurningur um pensjónsviðurskiftini hjá giftum og sambúgvandi pensjónistum, settur Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)


1. Heldur landstýriskvinnan, tá talan er um pensjón, at tað er rætt, at sambúgvandi skulu hava betri sømdir, enn hjúnarfelagar.

2. Ætlar landstýriskvinnan í hesum samgonguskeiði at fremja neyðuga lógarbroyting, so giftir pensjónistar verða javnstillaðir við sambúgvandi.


Viðmerkingar

Ásannast má, at pensjónsviðurskiftini hjá giftum pensjónistum eru nógv truplari, enn um hesi vóru sambúgvandi.

Nógv hevur verið tosað um, at tað er órættvíst, at fólk sum velja at liva saman í hjúnarlagi skulu revsast fíggjarliga og fáa eina lægri pensjón, enn tey sum eru sambúgvandi.

Tað er somuleiðis ein samfelagsavbjóðing, tá vit hava eina pensjónskipan sum leggur upp til, at pensjónistar kunnu freistast til formliga at skiljast, fyri fíggjarliga at fáa alt at hanga saman.