Í farnu viku hátíðarhelt frisørsalongin Vera Klipp sín 20 ára stovningardag. Vera Larsen hevur ofta verið ímyndin av sera virknu frisørvinnuni í Klaksvík, sum man hava met í tal av salongum í mun til íbúgvaratalið.

Vera er tó ikki einsamøll, tí í veruleikanum liva flestu føroyingar av at “klippa hvørjum øðrum”. Í grafunum kunnu vit avlesa turru tølini frá Hagstovuni. Í 1985 starvaðust 30% av føroysku løntakarunum innan fiski- og alivinnuna, meðan tað nú bert eru 15%. Í Norðoyaøkinum vunnu heili 45% til lívsins uppihald í útflutningsvinnunum báðum í 1985, meðan tað nú bert er fjórði hvør løntakari. Harafturímóti starvast heili 68% av føroysku løntakarunum í tænastugeiranum (alment og privat), meðan 57% av løntakarunum í Norðoyaøkinum gjørdu tað.

Í hesum døgum lata tvey av stóru reiðaríunum í Norðoyggjum byggja tvey nýggj stásilig skip, Skálaberg og Christian í Grótinum. Eru so útlit til, at vit aftur fáa vøkstur í talinum av sjómonnum? Neyvan. Gongdin síðstu 35 árini við støðugt meira framkomnum skipum, har tøknin hevur ein vaksandi leiklut fer óiva at halda áfram. Til gagns fyri bæði manning og reiðarí.
Hinvegin eru útlit til, at talið av eldri borgarum veksur munandi komandi 10-20 árini. Tí verður enn meira tørvur á røktarfólkum. Ein freistast at staðfesta, at eldingin av borgarunum skapir fleiri størv enn vøksturin í fiskivinnuni.
Tað leiðir beinleiðis til spurningin settan í yvirskriftini. Er tíðin komin at skifta húkin út? Eg havi hug at sitera Veru, tá hon í sjónvarpinum bleiv spurd, hvat krúnprinsurin segði til innbjóðingina at renna Royal Run á Norðoyastevnu: “Måske, måske ikke!”



