Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skundi tykkum: Atgongumerkjasølan gongur strúkandi.

John William Joensen

Atgongumerkini til Emil úr Lønneberg – tær fyrstu 7 sýningarnar – hava fingið bein at ganga á.

Fólk hava víst leikinum sera stóran áhuga – so stóran – at tað verður skjótt útselt til tær fyrstu sýningarnar.

Húsið tekur 250 áskoðarar – so tær fyrstu 7 sýningarnar – verður talan um 1750 áskoðarar.

Nú er selt omanfyri 1400 atgongumerkir, so tað er um at skunda sær.

Nær tær næstu sýningarnar verða, verður lýst í komandi viku.

Men tit sum ætla tykkum at síggja leikin nú, skundi tykkum at ogna tykkum atgongumerki, ið kunnu keypast í Kunningstovunum í Fuglafirði, Runavík, Tórshavn og Klaksvík.