Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skurðstova dagførd á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

John William Joensen

Sum eitt framhald av umbyggingarætlanum á sjúkrahúsinum, har nýggj seingjardeild lat upp fyrr í ár, so var tað í dag skurðstovan, sum lat upp í nýggjum hami.

Sum eitt framhald av umbyggingarætlanum á sjúkrahúsinum, har nýggj seingjardeild lat upp fyrr í ár, so var tað í dag skurðstovan, sum lat upp í nýggjum hami.

Henda skurðstovan hevur fingið nógvar ymiskar umvælingar, nýggja luftskipan, umframt nýggja legu og lampur. Stovan er sera ljós og snotilig. Sostatt eru arbeiðsumstøðurnar munandi betur, og starvsfólkini fegnast um góða úrslitið.

Tað arbeiði, sum nú er fyri framman, eru broytingarnar í fyrrverandi deild M. Deildin verður eftir ætlan innrættað til ambulant virksemið. Har skal ymiskt gerast, innrættast og flytast, til dømis skulu stóru vindeyguni eystureftir skiftast út.

Ætlanin er eisini at betra um atkomuviðurskiftini við høvuðsinngongdina eystureftir, tað vil siga inngongdin til sjúkrahúsið og røktarheimið. Harafturat skal skaðastovan eisini dagførast.