Í gjár, sunnudagin í góðveðrinum, spákaðu eg og Helgi Danielsen okkum ein túr eystur í Skúvadal.
Hjá ungum fólki tekur túrurin minni ein tíma um gingið verður beinleiðis eystur, men hjá okkum báðum tók túrurin nærri tveimum tímum.
Komnir niðan ímóti húsinum, varnaðust vit tveir skúgvar, sum sveimaðu uppi yvir har, og tað er minni enn so á hvørjum ári at skúgvarnir hava verið so vestaliga á, longri eysturi hava teir heldur búleikast. Annars bitu vit merki í, at fleir smáfuglar vóru at síggja í ár enn vanligt hevur verið seinnu árini. Tó sóu vit onga haru, hvør so orsøkin var til tað.
Men at koma inn í húsið, var sera óhugaligt og óunniligt. Sigast kann, at húsið hýkur uppi enn, men tað sæst týðuliga at tað eigur ongan góðan í løtuni. Sum sæst á myndunum, so taka fólk ikki ein gang upp eftir sær, tað tey hava brúkt og tað tey hava havt við. Onkur hevur grýtt niður í uppvaskifatið, eina og bíða verður eftir at mamma skal taka tað upp.
Glottar eru tó. Samband er ímillum Klaksvíkar Býráð og Skótalið Nólsoyar Pálls, just um húsið, og býráðið hevur sett av 60.000 krónur á figgjarætlanini fyri í ár, at brúka til at geva húsinum uppreisn.
Sum skilst, so fer ein avgerð skjótt at vísa, hvat verður gjørt við húsið í ár. Tað er at fegnast um, tí húsið hevur sína søgu og ikki minst er húsið ein góð trygd hjá øllum, ið leitað sær eystur á fjøllini.
Gestabók er í húsinum, og hon vísir, at tey eru mong, ið vitja inn her, so tað hevði verið stórt spell um húsið fekk loyvi at hoykna niður.




